BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Væleydnaður ruddingardagur

19.06.2012

Eini 25 vaksin og fleiri børn ruddaðu í bygdini leygardagin; ein høna tók sær eisini av nøkrum breyðmolum.

Dagurin byrjaði við morgunmati uttan fyri ítróttarhøllina og endaði við frukt, rundstykkjum og onkrum drekkandi á Reyða Torginum. Tiltakið eydnaðist væl, flestu vóru samd um, at tað er munandi minni órudd nú, enn tá fyrstu ruddingardagarnir vóru.

Lutfalsliga stórur partur av ruskinum var sigarettstubbar, tí funnust nógv at roykjarunum og teirra óvana at tveita sigarettstubban, har teir standa. Vit fara tí at heita á rokjararnar um at nýta stubbarørini ella onnur ruskíløt til sigarettstubbarnar.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá ruddingardegnum.