BYGDARRÁÐSFUNDIR
KORT
VEÐRIÐ
Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna
22.05.2013
Vestmanna Kommuna vil ynskja øllum føroyingum hjartaliga vælkomnum á árligu Bátastevnuna, vikuskiftið 24. – 26. mai 2013. Vit eru aftur í ár sera spent at síggja øll tey vitjandi, sum vónandi aftur í ár koma til okkara vøkru bygd at hava nakrar hugnaligar og stuttligar dagar saman.
Fyrireikingarnar eru nú komnar somikið langt, at klárt er at taka ímóti bátastevnugestum í Vestmanna. Húsvognaøkið og bátabrúgvarnar eru til reiðar at taka ímóti gestum, og øll skulu vera hjartaliga vælkomin at vera nakrar eyka dagar í Vestmanna.
Á skránni fyri Bátastevnuna eru alskyns tiltøk bæði til børn, ung og vaksin, og hevur hetta við sær, at tiltakið hevur verið vaksandi ár um ár.
Tað er týdningarmikið fyri eina kommununa at skapa karmarnar, ið kunnu vera við til at menna Bátastevnuna á hvørjum ári. Bátastevnan økist alsamt fyri hvørt ár, og hevur stevnan nú fingið ein kjølfestan týdning fyri trivnaðin í Vestmanna Kommunu. Og vestmenningar og føroyingar annars síggja fram til komandi Bátstevnu, so skjótt Bátastevnan endar ári frammanundan.
Aftur í ár hevur bátastevnunevndin saman við nógvari sjálvbodnari hjálp stáplað upp á beinini eina avbera spennandi og fjølbroytta skrá til Bátastevnuna, og stóra tøkk skulu tit hava fyri tað.
Enn einaferð vil eg ynskja øllum bátastevnugestum hjartaliga vælkomnum til okkara Vestmanna bygd.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)