BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vælvera Fitness letur upp í Vestmanna

16.07.2013

Nú verður møguleiki hjá øllum at røra seg alt árið í Vælveru Fitness, ið letur upp tann 1. oktober í kappróðrarneystinum.

Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at fáa eitt Fitness sentur í neystinum, og verður tað nú veruleiki. Tað eru í dag nógvir vestmenningar, ið koyra av bygdini at íðka í einum Fitness sentri, og hevur hetta við at røra seg veruliga vundið uppá seg seinnu árini, so tað er uttan iva tørvur á einum sentri í Vestmanna.

Í samband við at tað letur upp, verða tilboð latin. Tey, ið melda seg sum lim áðrenn 1. oktober, spara kr. 199,- í innmeldingargjaldi og tey fyrstu 40 fáa eina ítróttartasku, virði á kr. 400,-. Tilmelding fer fram á einum av verandi sentrum hjá Vælvera Fitness.

Vónandi taka vestmenningar væl ímoti hesum møguleika, og verður hetta við til at styrkja um trivnaðin í bygdini, bæði fyri ítróttarfólk og ung sum eldri, ið vilja røra seg fyri vælveruna.

Vinarlig heilsan VÍF