Várkonsert í Vestmanna leygardagin

22.04.2010

”Ný strýkur vár um heimlands vøll, við lýkkutámi millum fjøll. Nú fánar fonn og grasið grør, nú vaknar aftur heimlands jørð”. Hesum longjast vit eftir, og soleiðis fer at ljóða í Vestmanna Kirkju leygardagin kl 19, tá Vestmanna Sangkór bjóðar øllum til konsert við nógvum ljósum og føgrum várløgum.

Ein av sangunum verður hesin hjá T. N. Djurhuus, sum ein av okkara fremstu kórlagasmiðjum, Knút Olsen, hevur gjørt lag og satsin til. Tað hevur Knút eisini gjørt til tann vakra summarsangin hjá Hans Jacob Glerfoss, ið doyði fyri stuttum: ”Minnist tú í haganum eitt summarkvøld í Juni?”

Ongin ivi er um, at tá vit tosa um Vestmanna Sangkór, so hugsa vit um Kára Bæk, tónasmiðjur og kórleiðari, og sum í heili 18 ár stjórnaði Vestmanna Sangkóri. Nógv framúr løg gjørdi hann til kórið, m.a. hesi tvey, sum verða framførd á konsertini: ”Fuglur letur av gleði” við orðum eftir Regin Dahl, og so tann glitrandi perlan hjá Kára: ”Jarðareyga” við orðum eftir T.N. Djurhuus.

Ongin várkonsert uttan Waagstein, sum m.a. við yndisliga lagi sínum til tekstin hjá Símuni av Skarði gjørdi ”Vár við lýggjum vindi” til ein tann mest elskaða av vársangum okkara. Langt er í tíð millum Waagstein og Palla Hansen, men ikki í tí romantiska huglagnum, sum Palli hevur lagt í yrkingina hjá T.N. Djurhuus: ”Nú durva bjørk og pílur”.

Tey svensku fólkaløgini koma vit ikki uttanum. Eitt av teimum hava vit í týðingini ”Vælkomin summartíðin”, og í øðrum ljómandi hásongum sum ”Glädjens blomster” hjá Hugo Alfvén og ”Sommerpsalm” hjá W. Åhlén.  Millum svenskar fólkavísur eru eisini kátar sjómansvísur, og ein av teim gitnu er ”En sjöman älskar havets våg” – og tá fer harmonikan at leika við.

Tað verður ov drúgt at siga frá allari skránni, men at enda kunnu nevnast tveir rútmiskir  klassikarar, hvør í sínari ætt. Annar er ”All around my hat”, ein gamal enskur sjómanssangur ið fekk nýtt lív 60-unum, og hin ”Í Noreg búði raskir mann” við føroyskum kvæðalag.

At stjórna Vestmanna Sangkóri við hesi fjølbroyttu konsertskrá verður Ann-Kristin Dýrdarklett Hansen, betri kend sum Anki.

Øll eru hjartaliga vælkomin