BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vatnnýstla

22.06.2006

Er vatn bara vatn?

Mangan hevur verið sagt, at vatn í Føroym er so reint, at eingin vandi er at drekka úr áum og vøtnum kring um í landi okkara. Men her fara vit skeiv - heilt skeiv til tíðir. Vanliga rávatn okkara sum vit líta so nógv á, er ikki reint uttan so at hetta er møguligt kelduvatn. Tað er tí at vit byggja reinsiverk, sum virkar sum eitt filtur í millum rávatnið og drekkivatnið, sum vit fáa úr krananum í køkinum við hús.

 

 

Reinsiverk og nøgdir

Nógv tekin eru um, at vestmenningar sum heild ikki vita so nógv um reinsing av vatni. Hetta við reinsing av rávatni, er ein sera umráðandi partur av dagligdegnum hjá Vestmanna Kommunu. Reint drekkivatn merkir nøgdar borgarar og er ein trygd fyri matvøruframleiðslu t.d. fiskaframleiðslu og matgerð annars.

Reinsiverkið, sum stendur í Skoralíð, reinsar 90-100 tons av rávatni um tíman, sum er nýstlan hjá Vestmanna kommunu. Hetta svarar til, at hvør vestmenningur brúkar uml. 75 litrar um tíman! Ein vanligur normaður í Haugesund Kommunu brúkar 40 litrar! Her eru greið tekin um, at antin oysla vit ella lekur ov nógv burtur í leiðingum okkara. Helst er tað ein blanding av báðum hesum. Men vit brúka ov nógv vatn í tí dagliga. Her eiga øll at hugsa um, at meira rávatn rennur ígjøgnum reinsiverkið, verri verður góðskan. Støðan er tó tíbetur soleiðis í dag, at góðskan er nøktandi. Hetta vísa vatnroyndirnar sum verða tiknar einaferð um mánaðin í samráð við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.

Nøgdirnar av reinsaðum vatni eru pr. ár uml. 780.000 tons. Tað eru 780 milliónir litrar! Tað svarar til, at nýstlan pr. íbúgva í Vestmanna er 635.000 litrar um árið!

 

Vestmanna Kommuna er tó væl fyri, tá ið tað ræður um vatngoymslu. Byrgingin í Bjarnadali rúmar so mikið, at við verandi nýstlu kann turkur verða í tríggjar mánaðir út í eitt!

 

Málsetningurin hjá kommununi er minka nýstluna við at koma niður á uml.600.000 tons av reinsaðum vatni um árið, frá 2007 av. Livst so spyrst!