BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 26.09.2017

Vatntøkan 26. september!

05.10.2006

 

 

Vestmanna Kommuna hevur avtalu við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um kanning av vatni. Hesar kanningar verða gjørdar einaferð um mánaðin.

Kanningarnar av vatntøkuni 26. september (síggjast aðra staðni á heimasíðuni) vístu tíverri, at bakteriur vóru í vatninum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðaði frá hesum seinnapartin hósdagin 28. september. Í tíðindasendingini hjá Útvarpinum kl. 1800 sama dag lýsti kommunan við klorreinsing av vatnveitingarskipanini. Reinsingin varð framd seinni sama kvøld og endurtikin kvøldið eftir. Samstundis varð klorpumpa sett til – henda stóð til alt vikuskiftið.

Av tí, at so skjótt varð atborið, varð ikki hildið neyðugt at ávara íbúgvarnar.

Tá vatnveitingarskipanin verður reinsað við klori, verður klor latið beinleiðis í goymslubrunnarnar. Brunnarnir verða fyrst tømdir nakað niður, og síðani klor latið í, tá vatn verður latið í aftur brunnarnar – hetta fyri at blanda klorið so væl saman við vatninum sum gjørligt.

Tá klorið er blandað væl og virðiliga uppí vatnið, verður farið runt í bygdini fyri at opna brand- og reinsikranar fyri at fáa klorið út í so stórar partar av skipanini sum gjørligt – helst í hvønn teym av skipanini!

5 litrar av klori verða latnir í hvønn brunnin uppá 350 tons.

Eftir upplýsingum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er minsta nøgd av klori 3,33 l, sum blandast skal uppí 350 tons av vatni. Mesta nøgdin er 10 ferðir minstu nøgdina, tvs. 33 litrar, men hetta verður bert gjørt, tá viðurskiftini eru ógvuslig!

Klorpumpan blandaði ½ litur av klori um tíman uppí vatnið.

Nýtsluvatnið hjá kommununi verður reinsað við sandfiltrum og uv-stráling. Sandfiltrini eru fyrsta reinsingin, ímeðan uv-strálingin er ætlað at drepa bakteriurnar, sum sleppa ígjøgnum sandfiltrini. Tá lýtt er í veðrinum, er nógvur gróður í vatninum. Hetta kann hava við sær, at sandfiltrini ikki klára at reinsa allar bitlarnar úr vatninum, áðrenn hetta verður uv-strálað. Hetta ger, at bitlarnir kunnu skugga fyri strálunum, og tí klára strálurnar ikki at raka á bakteriuna, alla sum hon er. Partar av bakteriunum kunnu tí fara út í nýtsluvatnið – tað er tí, Heilsufrøðiliga Starvsstovan í kanningarúrslitunum ongantíð skrivar, at 0 bakteriur eru í vatninum, men at < 1 bakteria er í vatninum! Tá lýtt er í veðrinum, kunnu hesir bakteriupartar, um lív er í teimum, menna seg!

Vatnroynd verður tikin aftur 17. oktober, og tá fáa vit at síggja, um reinsingin við klori hevur givið úrslit.