BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vatnturbinan

09.02.2012

Nú um dagarnar hava tíðindi verið at hoyrt og sæð í fjølmiðlunum um, at Umhvørvisstovan hevur givið Vestmanna Kommunu undantak frá kravinum í elveitingarlógini um umhvørvisárinsmeting í samband við, at kommunan fer at seta vatnturbinu á drekkivatnsleiðing.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið kommununi loyvi til at seta vatnturbinu á drekkivatnsveitingina.

Treytirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vóru hesar:

  • Vestmanna kommuna skal hava eina mannagongd fyri, hvat verður gjørt, um turbinan skal umvælast, reinsast ella annað.

     

  • Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið upplýst, at eingin smyrjiolja verður nýtt í turbinuni, tí leiðið er pre-smurt. Eingin smyrjiolja skal nýtast, sum kann dálka drekkivatnið.

     

  • Alt tilfar, sum kemur í samband við vatnið, skal vera góðkent at koma í samband við vatn.

     

  • Vestmanna kommuna skal tryggja sær, at um luft verður sogin inn viðísambandviðturbinuna,ogyvirmettarvatniðviðluft,t.d. oxygen og nitrogen,soskalvatniðluftast,sotaðkemuríjavnvág við luftina aftur, áðrenn tað verður latið til borgaran.

     

  • Vestmannakommunaskaltryggjasær,atdrekkivatniðtilborgaran til eina og hvørja tíð lýkur treytirnar fyri drekkivatn. Tað er Vestmanna kommuna, sum ábyrgdast av drekkivatninum sambært Matvørulógini.

     

Starvsstovan hevði hetta fyrivarni:

Heilsufrøðiliga starvsstovan tekur við heimild í § 50 stk. 1 í Matvørulógini fyrivarni í samband við omanfyrinevnda loyvi. Vísir tað seg, at el-turbinan hevur negativa ávirkan á drekkivatnið í Vestmanna, t.d við dálking, so sum lukt, smakk, kemiska dálking o.a, so verður loyvið tikið aftur.

 

Vestmanna Kommuna hevur eisini fingið loyvi frá Hagastýrinum fyri Neshaga til at gera hús til turbinuna á øki hagans. Loyvi hagans var treytað av, at øll neyðug loyvi vórðu fingin til vega í samband við byggingina.

Náttúrufriðingarmyndugleikarnir (Streymoyar Sýslu Náttúrufriðingar-nevnd og Yvirfriðingarnevndin) hava eisini givið síni loyvir til ætlanina.

Verkætlanin er nú komin so mikið áleiðis, at hús er bygt til turbinuna, og turbinan er sett upp. Eftir er at binda turbinuna í vatnveitingina og at fáa skipað viðurskiftini í samband við framleiðslu av orku.