Vatnveiting á Heyganesi

22.06.2006

 

Í hesum døgum verður arbeiði at skifta vatnleiðingina á Heyganesi gjørt.

Tað er J-J Graving v/ Johnny Joensen og Høgna Johansen, sum gera arbeiði, saman við Vestmanna Kommunu. Arbeiði er metta at kosta um 400.000 kr, og skal verða liðugt síðst í august mánaði.

 

Orsøkin til útskiftingina av leiðingini er, at tað eru so stórir lekar á gomlu leiðingini.