BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vatnveitingin

23.06.2014

Nógvur gróður hevur seinastu tíðina gjørt, at rávatnið úr Bjarnadali hevur verið sera gruggut. Ein stórur partur av hesum gruggi eru so mikið smáir bitlar, at sandfiltrini á reinsiverkinum ikki klára at filtrera alt frá – tí koma bitlar út í skipanina og lita nýtsluvatnið.

Kommunan hevur skift tøkuna av vatni yvir til gomlu vatntøkuna við Krákugjógv, har rávatnið er nógv reinari.

Vatnveitingarskipanin verður klorað í dag – mánadagin 23. juni. Hetta verður gjørt á tann hátt, at natriumhypoklorit (inniheldur 15 % av klori) verður koyrt í útlíkningarbrunnar og goymslubrunnar. Síðani verða brandpostar og kranar ymsa staðni opnaðir, soleiðis at klorið kemur út í hvønn krók av skipanini.

Í dag og nakrar dagar framyvir kemur helst at kennast klorroykur frá vatninum.

Undir "spyr bara" eru spurningar um skitið vatn. Hesir eru svaraðir við hesum tíðindum, og verða tí ikki svaraðir undir "spyr bara".