Vestmanna-dagar 2014 - fyribilsskrá

25.08.2014

 

 

Nú eru fyrireikingarnar til Vestmanna-dagar 2014 komnar so mikið væl áleiðis, at til ber at leggja ein fyrilsskrá út. Fyrivarni skal takast til smærri broytingar. Endaliga skráin verður kunngjørt fríggjadagin 29. august, og send í hvørt hús í bygdini vikuna áðrenn Vestmanna-dagarnar.

Sum tað sæst á skránni niðanfyri, verða Vestmanna-dagarnir hesuferð heilar seks dagar. Skráin er fjølbroytt, og hevur okkurt at bjóða fólki í øllum aldri.

Til eitt so umfatandi tiltak er tørvur á nógvum hendrum. So hevur tú áhuga í at hjálpa til við einhvørjum, frætta vit fegin frá tær.

 

Mánadagin 8. september 2014 
Kl. 17.00 – 19.00  Málningaframsýning í Sýslumanshúsunum
Kl. 18.00 – 23.00 Kaffistova í íbúðini hjá Niels hjá John
Kl. 19.00 – 21.00 Upplegg og kjak um evnið “Hvussu menna vit ferðavinnuna í bygdini?”
Kl. 21.30 – 23.00 Tónleikacafé í Vektarbúðini
   

Týsdagin 9. september 2014  
Kl. 17.00 – 19.00 Málningaframsýning í Sýslumanshúsunum
Kl. 18.00 – 23.00  Kaffistova í íbúðini hjá Niels hjá John
Kl. 19.00 – 21.00  Upplagg og kjak um evnið “Hvussu menna vit okkara vinnulív?” 
Kl. 21.30 – 23.00  Tónleikacafé í Vektarbúðini
   
Mikudagin 10. september 2014  
Kl. 17.00 – 19.00  Málningaframsýning í Sýslumanshúsunum 
Kl. 18.00 – 23.00  Kaffistova í íbúðini hjá Niels hjá John
Kl. 19.00 – 21.00  Upplegg og kjak um evnið “Hvussu økja vit um trivnaðin?”
Kl. 21.30 – 23.00  Tónleikacafé í Vektarbúðini
   
Hósdagin 11. september 2014
Kl. 14.00 – 16.30  Opið hús í Látipípuni og Gjáarlon
Kl. 15.00 – 17.00  Grill og annað fyri børn og vaksin á brandstøðini
Kl. ???  Upplegg og kjak um evnið “Lívið sum seniorur”
Kl. 17.00 – 19.00  Málningaframsýning í Sýslumanshúsunum
Kl. 19.00 – 23.00  Kaffistova í íbúðini hjá Niels hjá John
Kl. 20.00  ALSO á ferð – í Vektarbúðini
   
Fríggjadagin 12. september 2014
Kl. ???  Opið hús á Heiminum á Grønanesi
Kl. 17.00 – 19.00  Málningaframsýning í Sýslumanshúsunum
Kl. 18.00 – 21.00  Myndaframsýning - eldri Vestmannamyndir
Kl. 18.00 – 21.00  KLIKK-kappingin - myndaframsýning
Kl. 19.00 – 21.00  Spennandi “altjóða” buffet í høllini
Kl. 21.00 – 23.00  Konsert á Staðnum
Kl. 22.00 – 24.00  Tónleikacafé í Vektarbúðini
   
Leygardagin 13. september  2014
Kl.  9.30 – 11.00  Felags morgunmatur í Ítróttarhøllini
Kl. 11.00 – 16.00  Myndakapping: Kennir tú Vestmanna og vestmenningar?
Kl. 11.00 – 18.00 Framsýning av ellisakførum
Kl. 11.00 – 18.00  Spælipláss uttan fyri Ítróttarhøllina
Kl. 11.00 – 18.00  Myndaframsýning - eldri Vestmannamyndir
Kl. 11.00 – 18.00  KLIKK framsýning - myndakapping
Kl. 11.30 Fótbóltskapping fyri skúlabørn, á vøllinum á Flatabø
Kl. 13.00 – 18.00  Marknaðardagur í Ítróttarhøllini
Kl. 13.00 – 18.00  Lat-og-fá marknaður í Ítróttarhøllini
Kl. 13.00 – 18.00  Tónleikacafé í ítróttarhøllini
Kl. 14.00  Fótbóltskapping fyri vaksin, á vøllinum í Flatabø
Kl. 14.00 – 16.00  Málningaframsýning í Sýslumanshúsunum
Kl. 14.00 – 16.00  Teknistova á Bókasavninum
Kl. 15.00 Meksikansk uppboðssøla 
Kl. 15.30  Lýdnissýning - á vøllinum oman fyri skúlan
Kl. 16.00  Karaoke-kapping - fyri børn og vaksin
Kl. 16.00  Staðarnøvn í og kring Vestmanna - framløga og kjak
Kl. 17.00  Kjósing av dagsins vinnarum
Kl. 21.00 – 23.00  Grillaður laksur
Kl. 21.00 – 04.00  Tónleika- og dansikvøld niðri hjá Niels hjá John