Veg- og jørðarbeiði á Grønanesi

18.02.2010

Týsdagin 16.02.’10 vórðu tilboðini upp á jørð- og vegarbeiðið í sambandi við røktarheimsbyggingina latin upp.  Seks arbeiðstakarar vórðu bodnir at bjóða upp á arbeiðið, allir lótu tilboð inn.

Biðið var um tvey tilboð – A og B, munurin á teimum var, hvussu vegskráin skuldi gerast, antin við laðing og sprongdum beni (A) ella við laðing og skráa (B). Tilboð A varð mett at kosta 5.811.656 kr, tilboðini lógu millum 5.397.291 kr og 7.378.914 kr. Tilboð B varð mett at kosta 6.106.680 kr, tilboðini lógu millum 5.529.498 kr og 7.182.251 kr.

Bæði ráðgevar og bygdarráðslimir eru væl nøgdir við tilboðini. Arbeitt verður nú við at eftirkanna tilboðini, væntandi tekur bygdarráðið støðu til tilboðini á bygdarráðsfundinum týsdagin 23.02.’10.