BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vel Ársins borgara

03.11.2014


 

Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt eina ferð um árið at heiðra einum borgara, sum á einhvønn hátt hevur gjørt okkurt munagott bygdini at frama. Hetta kann vera við einstakari serligari hending ella við at hava arbeitt fyri einari søk til frama fyri Vestmanna gjøgnum longri tíð.

Fyrsti heiðurin verður latin í sambandi við, at jólatræið í bygdini verður tendrað tann 28. november 2014.

Átakið verður skipað soleiðis, at borgararnir sjálvir lata inn uppskot til bygdarráðið at velja ímillum. Freistin at lata inn uppskot er mánadagin 24. november 2014 kl. 12.

Vestmanna Bygdarráð vónar, at tikið verður væl ímóti nýggjast átakinum.

Reglurnar fyri átakinum “Ársins borgari” eru hesar:

1. Fólk í uppskoti
Bert fólk búsitandi í Vestmanna Kommunu kunnu fáa heiðurin sum Ársins borgari.
Sami persónur kann fáa heiðurin fleiri ferðir, men kann í mesta lagi fáa heiðurin 5. hvørt ár.
Sitandi bygdarráðslimir kunnu ikki vera í uppskoti.

2. Treytir og grundgevingar
Øll fólk búsitandi í Vestmanna Kommunu kunnu lata inn uppskot til heiðurin.
Skrivlig uppskot við grundgevingum um, hví ávísur persónur veljast skal til heiðurin, skuldu latast Vestmanna Kommunu í seinasta lagi 24. november 2014 kl. 12. Til ber at vera ónavngivin.

3. Dómsnevnd
Ein bólkur av trimum bygdarráðslimum viðger innkomnu uppskotini, og ger tilmæli til bygdarráðið. Dómsnevndin situr alt valskeiðið.
Ársins borgari verður valdur á seinna bygdarráðsfundinum í november.

4. Almannakunngerð
Borgarstjórin kunnger vinnaran og handar gávur, tá ið jólatræið í bygdini verður tendrað. Í ár er tað fríggjadagin 28. november kl. 17.