BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Økið Úti á Berg

Vestmanna Kommuna setti í síðstu viku upp skelti, sum bannaði burturkoyring á økinum Úti á Berg, men longu nú hevur onkur koyrt burturkast aftur á økið.

Ætlanin hjá Trivnaðarnevndini er at hampa um økið, við í fyrstu syftu at lata økið liggja órørt í eina tíð soleiðis, at tøð og annað líknandi, sum koyrt er á økið, fær tíð at gerast til mold. Síðani er ætlanin at seta upp benkur og at planta runnar og trø á økinum.

Men hetta ber ikki til, um ávísir persónar áhaldandi bróta bannið hjá kommununi!

Tí heitir Trivnaðarnevndin hjá kommununi hervið á íbúgvarnar um ikki at koyra nakað á økið Úti á Berg, fyri at økið eftirhondini kann gerast eitt vakurt pláss hjá fólki at leita sær eina hvíld ella fyri at njóta útsýnið.

 

Tøðpláss

Vestmanna Kommuna hevur gjørt avtalu við Fjalshaga um tøðpláss. Fjalshagi hevur í samband við loyvið sett niðanfyri standandi treytir.

1.  at talan bert er um reint lívrúnnið tilfar, í hesum førinum um tøð.

2.  at burturkastið verður stoytt oman av vegnum niðanfyri Svarthamrar (omanfyri har skriða er lopin).

3.  at væl verður gingið um.

4.  at hagastýrið fyri Fjalshaga straks kann siga avtaluna upp, um omanfyri nevndu treytir ikki verða fylgdar.

Vestmanna Kommuna takkar Fjalshaga fyri loyvið, og Trivnaðarnevndin fer hervið at heita á íbúgvarnar, sum brúka henda rættin, um at ganga væl um og fylgja treytunum frá haganum.