BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vestmanna Cup verður 22. september 2013

12.09.2013

Startskotið upp á hondbóltsárið verður sunnudagin 22 septembur kl 14:00

Vestmanna Cup er fyri gentir 10-17 og dreingir 10-16.
Øll, sum vilja verða við, melda seg til hjá sínum venjara. Kappingin kostar einki fyri tey leikandi og seinasta freist at melda seg til er 20. septembur.

Liðini verða síðani blandaði, har tey ungu eru saman við teimum eldru. Ein venjari frá antin SS ella AA verður so settur til liðini.
Dómaranir í kappingini verða eisini úr SS og AA deildini.

Reglurnar fyri málskoran eru fylgjandi:
skorar ein úr dr 10 ella ge 10, so telur tað 3 stig
skorar ein úr dr 12 ella ge 12, so telur tað 2 stig
skorar ein úr dr 14, dr 16 ella ge 14, ge 17, so telur tað 1 stig

Hvør dystur er 1 x15 min
Semifinalur og finalan verða 2 x 10 min

Kaffi og køkusøla verður til keyps undir kappingini.

Vónandi fara vit at hava ein góðan og stuttligan dag saman

VÍF