BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vestmanna kirkjukór konsert í Vestmanna Kirkju

18.06.2014

Sunnudagin 29.6. kl. 18.00 verður konsert í Vestmanna kirkju við Vestmanna kirkjukóri. 

Konsertin er fyriskipað í sambandi við, at umleið 50 íslendskir húsvognaeigarar koma til Vestmanna at vitja, við Hlif á odda. Hlif er umsjónarfólk í skúlanum í Kópavogi, har Vestmanna kirkjukór plagar at gista í samband við konsertferðir til Íslands. Samstundis er hetta ein royndarkonsert við summarskránni hjá Vestmanna kirkjukóri, sum í juli mánaða fer enn eina konsertferð til Íslands.

Á skránni eru føroyskir og norðurlendskir sangir, sum kórið undir leiðslu av Erlu Olsen fer at syngja, Heðin Kambsdal hevur klaverfylgispælið.

 Harafturat verða upplestur og felagssangur á skránni. 

 Øll eru hjartaliga vælkomin.

 Vestmanna kirkjukór og prestarnir í Norðustreymoy.