BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vestmanna Kirkjukór og dupultkvartettin

24.11.2010

Sunnukvøldið tann 28. nov. '10 kl. 19.00, sum eisini er fysti sunnudagur í advent, skipar Vestmanna Kirkjukór saman við Vestmanna Kirkju fyri adventshugna í Vestmanna kirkju.

Nógv tey seinastu árini hevur Kirkjukórið skipað fyri hesi hugnaløtu, og aftur í ár er hugnaløtan í kirkjuni á skránni.
Á skránni verður tónleikur, kórsangur og felagsangur o.a.
Gestasangarar í ár verður Dupultkvartettin í Ebenezer.

Vestmanna Kirkjukór, sum telur uml. 30 fólk, er undir leiðslu av Erlu Olsen.
Nýggir sangir sum Raymund Nielsen hevur umsett verða á skránni. Eisini syngur Joana Johansen solo.

Hini árini hevur kirkjan verið meir enn full, og tí verður heitt á fólk um at møta stundisliga til hugnaløtuna í kirkjuni.

Aftaná sangin í sjálvari kirkjuni er ein drekkamunnur at fáa í kirkjukjallaranum.

Øll eru vælkomin.

Vestmanna Kirkjukór