BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vestmanna kirkjukór og James Olsen

Sunnudagin tann 30. november kl. 19.00, sum eisini er fysti sunnudagur í advent, skipar Vestmanna Kirkjukór saman við Vestmanna Kirkju fyri adventshugna í Vestmanna kirkju.

Nógv tey seinastu árini hevur Kirkjukórið, skipað fyri hesi hugnaløtu, og aftur í ár er hugnaløtan í kirkjuni á skránni.
Á skránni verður, tónleikur, kórsangur og felagsangur o,a.
Gestasangari í ár er James Olsen, ið syngur nøkur løg saman við kirkjukórinum.

Vestmanna Kirkjukór, sum telur uml. 30 fólk og er undir leiðslu av Erlu Olsen, kemur eisini at framføra nakrar sangir.

Hini árini hevur kirkjan verið meir enn full, og tí verður heitt á fólk um at møta stundisliga til hugnaløtuna í kirkjuni.

Aftaná sangin í sjálvari kirkjuni er ein drekkamunnur at fáa í kirkjukjallaranum.

Øll eru vælkomin.

Vestmanna Kirkjukór