BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vestmanna Kirkjukór syngur jólasálmar

25.11.2015

Komandi sunnudag, sum er 1. sunnudagur í advent, verður adventshugni í Vestmanna kirkju.

Vestmanna Kirkjukór fer at syngja jólasálmar  og jólasangir. Á skránni eru eisini 3 solosangarar: Bergtórur Bjarkhamar, Erla úr Dímun og Birita Poulsen. Undirspæl hava Heðin Kamsdal og Martin Restorff Jacobsen. Ólavur Højgaard saman við Niels Olsen á harmoniku syngja jólasangir. Konsertin byrjar kl 19.00, Aftaná er kaffi í kirkjukjallaranum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.