BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Vestmanna Kommuna fingið stuðul til gróðurseting í viðarlundini

10.05.2010

Vestmanna Kommuna hevur fingið stuðul av játtanini til frama fyri viðarvøkstur, Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, umsitur.

Stuðulin á kr. 49.445 skal nýtast til at gróðurseta aðalgrann, popplar, furu og ymisk sløg av prýðisrunnum í Viðarlundini. Harumframt skal partur av upphæddini nýtast til innigirðing av økinum.

Tað eru nú 20 ár síðani, skúlabørn gróðursettu fyrstu trøini í Viðarlundini, og í ár sleppa uml. 100 næmingar í Vestmanna skúla aftur at gróðurseta hvør sítt træ. Hvørt træ verður skrásett við nummari, so barnið veit júst hvat træ, ið er hansara/hennara.

Tað er Finnbogi Joensen, sum saman við Vestmanna Skúla kemur at standa fyri gróðursetingini.

Les eisini tíðindaskrivið niðanfyri frá Innlendismálaráðnum um stuðul av játtanini til frama fyri viðarvøkstur

Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita 5 verkætlanum stuðul av játtanini til frama fyri viðarvøkstur.
Játtanin er í ár á kr. 250.000.

Lýst varð við játtanini í bløðunum og á heimasíðu Innlendismálaráðsins í januar mánaða. Tá umsóknarfreistin var farin, hevði ráðið móttikið 14 umsóknir.

Verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul eru hesar:

Jaspur Bjartalíð hevur fingið játtað kr. 18.100 til verkætlanina “Fríøkið Innan Glyvur”
Talan er um viðarlund har ætlanin er at fáa skipað eina gøtu í lendinum; m.a. sum sambinding við býling í grannalagnum. Verkætlanin verður gjørd í samstarv við Sjóvar kommunu.

KFUM skótarnir í Føroyum hava fingið játtað kr. 73.455 til verkætlanina“ Skótadepilin á Selatrað. Trø og runnar á heygnum og í Úlvadalinum”
Gróðursetast skulu ymisk sløg av trøum og smærri runnum. Eisini er ætlanin at gera ein sokallaðan úlvadal, ið skal verða gjørdur sum ein villini skóg, har børn kunnu hugna sær og spæla millum trøini og tætta runnavøksturin.

Rásin í Saltangará hevur fingið kr. 59.000 til verkætlanina “Gerð av viðarlund á Rituvíkarhálsi”
Ætlanin er saman við næmingum og búfólkum á Rásini at royna gróðurseting av føroyskum upprunavøkstri. Við at gera eina gøtu í umráðnum verður eisini møguleiki hjá almenninginum at njóta umhvørvið.

Vága kommuna hevur fingið kr. 50.000 til verkætlanina “Park á Stórutrøð í Miðvági”
Gróðursetast skal á økinum kring nýggja barnagarðin. Ætlanin er at trøini skulu skapa lívd og hugna í økinum. Borð og benkur skulu setast upp og økið skal standa opið til nýtslu hjá almenninginum tá barnagarðurin er stongdur.

Vestmanna kommuna hevur fingið kr. 49.445 til verkætlanina “Næmingar gróðurseta viðarlund”
Ætlanin er at gróðurseta aðalgrann, popplar, furu og ymisk sløg av prýðisrunnum. Uml. 100 næmingar í Vestmanna skúla skulu gróðurseta hvør sítt træ. Hvørt træ verður skrásett við nummari, so barnið veit júst hvat træ, ið er hansara/hennara

Tinganes, 5. mai 2010