Vestmanna Kommuna væl betri úrslit í 2013 enn væntað

03.06.2014

Í fíggjarætlanini hjá Vestmanna Kommunu fyri 2013 varð roknað við einum RLÚ (úrslit eftir rakstur-, løgu- og útlán) á kr. 7.417.000. Ársroknskapurin vísir eitt úrslit á kr. 8.926.000. Munurin millum fíggjarætlan og roknskap er kr. 1.509.000, t.v.s. at kommunan hevði eitt úrslit ið var kr. 1.509.000 betur enn ætlað.

Pauli T. Petersen, borgarstjóri, frøðist um úrslitið, og sigur, at størstu einstøku orsøkirnar til tað betraða úrslitið eru: ymiskar meirinntøkur, hægri skattainntøkur, minni útreiðslur, umframt lægri rentuútreiðslur.

Til ber at síggja ársroknskapin fyri 2013 her.