BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmanna Kvøldskúli veturin 2016/2017

10.10.2016

Treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá myndugleikunum verða hesi skeið í vetur.
Tilmelding fer fram millum kl. 17 og 20
                                                                                                                                     

Lærugrein  
1. Sangkór mánadag kl. 19.30
Undirvísari:Benjamin Gaasedal  
Tilmelding hjá Benjamin á tlf.525051  
2. Handarbeiði hósdag kl. 19.00
Lær at brodera, m.a. til føroyska búnan 
Undirvísarar: Sarita Funn og Harriet Olsen   
Tilmelding hjá Saritu á tlf. 256499 ella hjá Harriet á tlf. 506408 
3. Buksur til føroysk klæði*)  Eftir avtalu
Kunnleiki til grundleggjandi seyming krevst.
Einar buksur verða sniðgivnar og seymaðar.
Vikuskiftisskeið í februar.
Undirvísari: Eyð Skúvadal   
Tilmelding hjá Eyð á tlf. 510490   
4. Gera grýluklæði, 2 ættarlið   Eftir avtalu
Seyma og tilevna grýluklæði.
2 ættarlið = 1 vaksin og 1 barn
Vikuskiftisskeið í januar/februar  
Undirvísari: Linda Christophersen   
Tilmelding hjá Lindu á tlf. 599914    
5. Fimleikur – móðir/barn  týsdag kl. 16.30
Rørsluvenjingar í fimleikahøllini og svimjitilvenjing í hylinum. Aldur á barni: 3-7 ár. 
Undirvísari: Sarita Eriksen    
Tilmelding hjá Saritu á tlf. 214476    
6. Fimleikur – móðir/barn  hósdag kl. 16.00
Rørsluvenjingar í fimleikahøllini og svimjitilvenjing í hylinum. Aldur á barni: 3-7 ár  
Undirvísari: Sarita Eriksen   
Tilmelding hjá Saritu á tlf. 214476   
7. Pilates,kvinnur *)  hósdag kl. 19.00 
Pilatesvenjingar - 10 ferðir aftan á jól 
Undirvísari: Angelie Jógvansdóttir  
Tilmelding hjá Angelie á tlf. 424172 / 261449 
8. Heilsukostur*)   týsdag kl. 18.00
Lær at gera sunnan kost; eisini sunnan jólabakstur og góðgæti
Byrjar 1. november og endar 6. desember
Undirvísari: Ann Askham  
Tilmelding hjá Ann á tlf. 535456   
9. Spanskt  mikudag kl. 19.30
Lær at tosa spanskt 
Undirvísari Daysi L. Jóanesarson   
Tilmelding hjá Daysi á tlf. 227565  
10. Teldulæra *) mánadag kl. 17.30
Lær at nýta tekstforrit.
Vit arbeiða m.a. við at seta tekst upp í ymsum sniðum og at seta myndir o.a. inn í tekst.
Undirvísari: Rannvá M. Matras-Olsen  
Tilmelding hjá Rannvá á tlf. 251429   
11. 1. Hjálp *)  Eftir avtalu
Undirvísari: Jógvan Jensen   
Tilmelding hjá Saritu á tlf. 214476   
12. Horn- og beinarbeiði  týsdag kl. 19.00
Lær at reinsa horn og gera lutir úr horni.   
Undirvísari: Hans Poulsen  
Tilmelding hjá Hans á tlf. 424647/573659   
13. VHF-skeið og SRC/ROC Eftir avtalu
Undirvísari: Jóhan Jacob Jakobsen   
Tilmelding hjá Jóhan Jacob á tlf. 724430 ella jjj@thor.fo  
14.Føroyskt fyri útlendingar   Eftir avtalu
Undirvísari: Laila Haldansen   
Tilmelding hjá Lailu á tlf. 506670   

 
Børn í skúlaaldri  
15. Barnakór  mánadag kl. 13.30
Kór fyri børn í 1. – 7. flokki  
Kórleiðari: Rannvá Matras-Olsen  
Tilmelding hjá Rannvá á tlf. 251429   
16. Lær at telva  týsdag kl. 18.00
Undirvísarar:   Alfred Olsen og Sjúrður Olsen   
Tilmelding hjá Alfred á tlf.585737 ella hjá Sjúrða á tlf. 583324 
17. Máling og tekning fyri børn  týsdag kl. 14.30
Lær at mála og tekna á ymiskan hátt.  
Undirvísari: Herit Joensen   
Tilmelding hjá Herit á tlf. 210048   
18. Máling og tekning fyri børn  hósdag kl. 13.30
Lær at mála og tekna á ymiskan hátt   
Undirvísari: Herit Joensen   
Tilmelding hjá Herit á tlf. 210048   
                                                                                                                                     

Skeiðini byrja eftir avtalu við læraran. Næmingarnir gjalda sjálvir tilfarið, ið nýtt verður.
Luttøkugjaldið er 350 kr. Skúlanæmingar, pensiónistar og *) styttri skeið gjalda 200 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á konto 110.628.9 í Bank Nordik
Minnist til at viðmerkja skeiðsnummar á bankaflytingina. Havið kvittanina við 1. undirvísingarkvøldið

Vestmanna Kvøldskúli – tlf. 214476