BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Vestmanna lækkar skattin við 1 prosenti

27.11.2014

Á fundi í gjárkvøldi samtykti Vestmanna Bygdarráð fíggjarætlanina fyri 2015. Ein av stóru raðfestingunum fyri komandi ár er, at kommunuskattaprocentið fer úr 23% niður í 22%.

Tað svarar til eini fýra prosent av samlaðu skattainntøkunum hjá Vestmanna kommunu, ella í krónum 1,67 milliónir krónur, men tað er fult forsvarligt, sigur Pauli Petersen, borgarstjóri.

– Vestmanna Kommuna hevur minkað um sínar útreiðslur, samstundis sum skattainntøkurnar eru vaksnar, og hetta síggja vit sum ein gyltan møguleika at lætta um hjá vestmenningunum, sigur hann.

Tað var eitt samt bygdarráð sum í gjárskvøldið samtykti at lækka kommunuskattin í bygdini.