BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vestmanna live!

17.09.2010

Leygardagin 18. september 2010 skipar Bryggjan fyri Vestmanna Live!

Hendan dagin verður skipað fyri eini lítlari sølustevnu, umframt at tónleikur eisini verður á skránni.
Tiltakið byrjar kl. 16, og heldur áfram heilt til kl. 04, tá ið dansurin endar.

Skráin er hendan:

Frá kl. 16.00 vísa handlar og sølufólk úr Vestmanna, ymiskt tey hava til sølu, møguleiki er sjálvandi eisini til eitt sindur av shopping.
Tey, sum eru við í sølustevnuni, eru: Freya, Romantic, handilin hjá Rúna, handilin hjá Palla, Magn, Kunningarstovan, Vest Pack, Tupperware, Kárhild, Linda og Jórun
kl 17.00 ger Tupperware mat við básin hjá teimum
kl. 19.00 Mótashow við Freyu, Kunningarstovuni og Vest Pack
kl. 20.00 Bjóða vit ein drink av drinksmenuini
kl. 20.00 spæla Birita Poulsen og Rókur Johannesen
kl. 20.30 spælir Martin Joensen
kl. 22.00 Vestmanna jamm
kl.00.00 spæla Thunderbirds til Dans

Kostnaður fyri alt tiltakið: 50,-. 18 ára aldursmark.
Náttarbussurin koyrur til Havnar kl. 03.30