Vestmanna sangkór framførir 8. mai

03.05.2016

Skotlandskonsert sunnudagin í Vestmanna

Sunnudagin tann 8. mai kl. 16 fer Vestmanna Sangkór at hava konsert í Vestmanna Kirkju. Tað er í samband við, at kórið fer til Edinburgh tann 13. mai, og fer at syngja í trimum kirkjum har fríggjadag, leygardag og sunnudag. Hetta verður í kendum kirkjum í miðbýnum í Edinburgh: St. Giles’ Cathedral í High Street, Canongate Church á The Royal Mile og Cuthbert’s Church við Lothian Road.

Sunnudagin fer kórið at syngja úr stóru skránni til Skotlandsferðina við fjølbroyttum úrvali av føroyskum o.ø. norðurlendskum sangum. Við konsertini nýtir Vestmanna Sangkór eisini høvið at takka p/f Vesturbúgvanum, p/f LUNA og Vestmanna Kommunu fyri stuðul til ferðina.

Øll eru hjartaliga vælkomin.