BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmanna Sangkór Grækarismessukonsert

10.03.2016

Sunnudagin 13. mars kl. 16.30 verður fjølbroytt Grækarismessukonsert í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Tað er Vestmanna Sangkór, ið skipar fyri, og við verður eisini okkara trubadurur Martin Joensen og barnakór úr Vestmanna skúla. 

Vestmanna Sangkór syngur um Grækarismessu og nakrar sangir hjá Martini Joensen, útsettir til kór. Tað eru Morgun, Ró, Kavin og Uttan teg. Kórleiðari hjá Vestmanna Sangkóri er Benjamin Gaasedal.

Martin Joensen syngur og spælir úr síni egnu stóru skattkistu av vøkrum sangum.

Eisini verða ”Blandað bomm” á skránni. Tað er barnakór, ið fer at syngja sangir hjá Hans Andriasi Djurhuus.

Øll eru hjartaliga vælkomin.