BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Vestmanna sangkór hevur várkonsert

19.05.2014


Sunnudagin 25. mai hevur Vestmanna sangkór várkonsertir í Haldarsvíkar kirkju kl. 11.00 og í Vestmanna kirkju kl. 16.00.

Á skránni verður eitt fjølbroytt úrval av føroyskum, norðurlendskum og enskum sangum. Millum føroysku sangirnar eru “Várlongsil”, “Fuglur letur av gleði” og “Nú hitar sólin bjarta”.

Eisini syngur kórið íslendskar, danskar og enskar sangir. Millum teirra kunnu nevnast “Smávinir fagrir” eftir Jónas Hallgrímsson og Jón Nordal, “Græsset grønnes”,  ið William Heinesen yrkti, og Kári Bæk gjørdi lag til, og “Lord, make me to know” hjá William Byrd.

Tað er Benjamin Gaasedal, ið stjórnar Vestmanna sangkóri.

Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertirnar sunnudagin 25. juni í Haldarsvíkar kirkju og í Vestmanna kirkju.