BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmanna Sangkór og Rútmiska kórið í Hoydølum jólakonsert í Vestmanna

09.12.2011

Sunnudagin 11. desember '11 kl. 17 verður jólakonsert í Vestmanna Kirkju við Vestmanna Sangkóri og Rútmiska kórinum í Hoydølum.

Tá tvey so ymisk kór fara saman um eina konsert er sjálvsagt, at skráin verður sera fjølbroytt, ikki bara í sangskránni, men eisini í ymisku framførsluni hjá hesum báðum kórunum.

Har vera traditionellir jólasangir, føroyskir, enskir, danskir og onkur týskur. Úr rúgvuni kunnu vit nevna teir føroysku Maria var moyggin (Mariuvísa), Mítt hjarta tilhald hevur, Upp gleðist allir og Nissumanna og nissupápi.
Millum teir ensku verða In The Bleak Midwinter, Deck The Halls, The Little Drummer Boy, Gabriel's Message og Winter Wonderland. Nakrir danskir jólasangir verða eisini, umframt tann týski Jesus bleibet meine Freude.

Tað er Hans Pauli Tórgarð, ið stjórnar teimum 35 sangarunum í Rútmiska kórinum í Hoydølum. Hetta kórið plagar at standa aftanfyri vælumtøktu sangleikirnar, sum skúlin hevur sett upp seinastu árini. Men tíð er eisini til annað sangvirksemi. Og sum tað liggur í navninum hevur kórið hevur havt ymsar sangskráir við rútmiskum tónleiki frammi síðani seinasta sangleik, rock, jazz - a capella og saman við tónleikabólki, umframt klassiska sangskrá.

Vestmanna Sangkór er eitt av royndu føroysku kórunum, sum við sínum serstaka ljómi gjøgnum árini hevur verið við til at ment føroyskan blandaðan kórsang. Skiftandi leiðarar hava stjórnað kórinum tey 31 árini, og serligan týdning hevur tað havt, at tann navnframi tónasmiðurin, tónleikarin og kórleiðarin Kári Bæk myndaði kórið í útvið 20 ár. Í ár eru tey so heppin at hava ein ungan spennandi kórleiðara, nevnliga Leif Hansen, sum eisini fer at seta sín fríska dám á kórið og framførsluna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.