BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vestmanna Sangkór várkonsert Dýra Biðidag

Dýra Biðidag klokkan 17 fer Vestmanna Sangkór at hava várkonsert í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Á skránni er fjølbroytt úrval av føroyskum og norðlendskum vársangum, og onkur verk úr klassiskum sangtónleiki.

Millum føroysku vársangirnar eru slíkar perlur sum “Várlongsul” og “Juni” hjá Knút Olsen, “Dýrd á vík og vág” hjá Gunnar Michelsen og Kára Bæk, og “Onki er sum summarkvøld” hjá Højgaard. Eisini syngur kórið svenskar, norskar og danskar sangir.
Harmonikan verður eisini við í leikinum, tá vit syngja sjómansvísuna “En sjømann elskar havets brus”.
Kórið fer eisini at syngja klassiska verkið “Ombra mai fu”, largo úr Xerxes hjá Handel.
Solosangur verður eisini á skránni, har ungi vestmenningurin John Jacobsen fer at syngja ariu eftir Gluck.

Vestmanna sangkór verður stjórnað av Ann-Kristin D. Hansen.

- Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina Dýra Biðidag í vøkru hølunum hjá Fiskivinnuskúlanum inni á Fjørð í Vestmanna, sigur Vestmanna Sangkór.