BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Vestmanna Skúli ársins grøni stovnur

29.06.2010

Vinnararnir til Umhvørvisátakið 2010 vórðu avdúkaðir í Perluni hósdagin 24.06. Vestmanna Skúli var instillaður í bólkinum ársins grøni stovnur. Okkara skúli var sambært metingarnevndini ein greiður vinnari. Grundgevingin at lata Vestmanna Skúla virðislønina var henda:

Virðislønin fyri Ársins grøna stovn verður latin til stovn, har metingarnevndin er púra samd, at her er stovnur, ið er komin heilt langt áleiðis og hevur rokkið fleiri málum at minka um orkunýtslu til bæði upphiting og ravmagn, ið hevur fingið í lag vælvirkandi ruskskiljing har pappír, matleivdir, battaríir og annað rusk alt verður tikin inn til hagreiðing. Nakað fer til beinleiðis endurnýtslu, annað er vandamikið rusk, meðan matleivdir fara til kompost, har tøðini verða nýtt í viðarlundini og aðrari gróðurseting, ið skapt er kring stovnin farnu 10 árini.
Skráir og ætlanir eru lagdar har myndugleikar, starvsfólk og brúkarar í felag skipa grønu verkætlanina, ið støðugt er í menning og útbygging. Við framskygni og við áhaldandi at menna grøn tiltøk, er hesin stovnur fyrimyndarligur og eitt gott dømi um, hvussu slíkir stovnar kunnu skipast.

Best røkta bygd gjørdist Fámjin; aðru virðisløn fekk Tjørnuvík.

Best røkta bygdagøtan er gøtan millum Leirvík og Gøtu.

Besta átak gjørdist endurnýtsluhøllin á Kambsdali og Tinghúsið á Hjalla, hesi eru bæði partar av virkseminum hjá sjálvsognarstovninum Dugna.

Vestmanna Kommuna ynskir Vestmanna Skúla hjartaliga tillukku við viðurkenningini.

Meir um Umhvørvisátakið kann lesast á http://www.us.fo/