BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið á skeiði í Íslandi

16.06.2010

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið hevur latið Vestmanna Kommunu hesa frágreiðing frá skeiði, ið teir vóru á í Íslandi 22. - 26. apríl 2010.

 

Ferðafrásøgn - Brandskeið í Reykjavík 22. – 26. apríl 2010

22. apríl 
Ferðing úr Føroyum til Íslands.

Tá ið vit høvdu tjekkað inn á Hotel Ørkina, var gávuhandan til teir íslensku fyrireikarnar, gávurnar vóru ein málningur og bøkur við myndum úr Føroyum.

Aftaná var farið á eina rundferð í Reykjavík.

23. apríl
Fyrrapartin var teoretiskt brandskeið hildið í skúlastovuni á brandstøðini í Skógarlíð. Har var stórur dentur lagdur á trygdina hjá tær og makkaranum, tá íð vit sløkkja eld og roykkava.

Seinnapartin var praktisk brandskeið. Skeiðið var hildið á roykkavara-bana beint uttan fyri Reykjavík.
Banin, sum vit brúktu, var innrættaður sum eini sethús við gongd, køk, stovu, loft við kømurum. Alt var møblerað inni. Í húsinum vóru dukkur, sum fyristillaðu vaksin og børn, sum skuldu bjargast út. Inni var eldur, nógvur roykur og ræðuliga heitt, so har bleiv man virkuliga avprøvaður bæði sálarliga og likamliga.

Allir menn vóru sera glaðir fyri skeiðini.

Viðmerkjast skal, at fyrrapartin var ein instruktørur, eftir døgurða vóru 3 instruktørar við allari útgerð, roykkavara sett, bilar, bussur, roykkavarabani og matur. Alt hettar var ein gáva frá sløkkiliðnum í Reykjavík. Um kvøldið bjóðaði Vestmanna Sløkkilið brandmonnum og íslendiningum ein betri bita á Pott og Pannu.










24. apríl
Bussútferð til Borgarnes, har Føroyavinurin, Brandstjórin Bjarni tók ímóti okkum. Hann kom í bussin hjá okkum og var so ferðaleiðari, tá vit vitjaðu tvær brandstøðir. Tann eina var á Borgarnesi, har stóð ein gamal mjólkabilur frá MBM í Føroyum, sum Sigurjón hevði umbygt til ein tanga brandbil. Teir høvdu eisini ein nýggjan MAN brandbil, sum var smíðaður í Pólandi.
Hin brandstøðin var eini 50 km frá Borgarnesi, men hoyrdi til Borgarnes, har stóð ein nýggur Ford 550 F, sum Sigurjón hevði smíðað, sama slag sum í Vestmanna. Vit vitjaðu eisini eitt maskinsavn, eitt Hitaverk, sum veitti varma og heitt vatn til allar bygdirnar har á leiðini. Síðan var koyrt til Golf hotell at eta ein tann besta lambabúffin, vit nakrantíð hava fingið, bestírarin á hotellinum er kona Bjarna. Tá vit komu koyrandi inn til hotelli, veitraðu tað føroyska og tað íslendska flaggið í húnar hátt, tað var sera góð móttøka at fáa.

25. apríl
Farið verður til Grindavík at vitja brandliðið og Bjargingarfelagi.

Brandliðið var sera væl útgjørt við allari slaks útgerð at sløkkja eld við og einum spildur nýggjum Skania brandbili, ið var smíðaður í Ólafsfyri hjá Sigurjón. Vit fingu gávu handaða frá brandstjóranum Ásmund, sum var ein av instruktørinum í Ólasvík, tá Vestmanna sløkkilið var á skeið har fyri 9 árum síðan.

Síðani var farið at vitja Bjargingarfelagið, Torbjørn, sum var stovnað í 1930. Bjargingarfelagið var sera sera væl úgjørt við øllum amboðum, sum mann kann ímynda sær at bjarga við, á landi, í fjøllum, í bjørgum og á sjónum. Eisini høvdu teir ein stórskíggja, har teir sóu øll skip runt Ísland, hvørji tey vóru, hvønn veg tey silgdu, eisini kundu teir síggja øll neyðsynjarakførð í Íslandi og um tey stóðu still ella koyrdu og hvørji tey vóru. Har vóru nógvar myndir av bjargingum, ið teir høvdu verið við til í øllum veðrið og tað vóru ikki so fáar bæði í gamlari og nýggari tíð, serliga vóru tað skip, sum høvdu siglt á land, tí har er sera útigrunt.

Aftaná var farið aftur á sløkkiliðstøðina, har Vestmanna sløkkilið bjóðaði turran seið, fisk, grind og spik, tað var væl eydnað. Koyrt var til Bláalón at vaska alt sóti av okkum og síðan aftur á Ørkina.

26. apríl
Tann síðsta dagin vóru vit ein gongutúr gjøgnum Reykjavíkar bý, við shopping og eting, áðrenn vit fóru heimaftur til Føroyar.

Samanumtikið
Tá tikið verður saman um, eru allir menn samdir um, at ferðin livdi upp til forvantningarnar og nakað væl avtrat. Brandskeiðið var á høgum støði og vit fingu sæð, hvussu aðrir skipa síni sløkkilið og bjargingarlið, umframt teirra amboð og útgerð. Eisini er samanhaldið ímillum sløkkiliðsmenninar nógv betri av at hava liva so tætt saman í 4 dagar.  Blíðskapurin var sera stórur allastaðni, har vit komu, brandskeiðið við mati og tilfari, bussur í 2 dagar til úferðirnar. Alt hetta samskipað av Sigurjón Magnusson.  Vit halda, at Vestmanna er sera heppin at kunna hava samstarv við Sigurjón Magnússon ehf . Eisini eru vit sera takksamir fyri, at brunanevndin var so jalig, so tað var gjørligt at sleppa til Íslands á brandskeið.