BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið hevur fingið stigabil

Vestmanna Sløkki- & Bjargingarlið hevur keypt ein stigabil frá Ikast kommunu. Bilurin er ein Magirus Deutz 256-HK-V8 við automatiskum gervi og einum 30 metur langum stiga við kurv til 2 mans.
Bilurin hevur ljósmotor til tvær 1000 watt sólir, sum kunnu setast uppá stigan, ið síðani kann brúkast til at upplýsa eitt skaðastað. Eisini hevur bilurin eina børu, sum kann hangast uppundir stigan, sum síðani kann brúkast til at taka fólk upp av sjónum, ella tá bilar eru farnir útav vegnum. Tá stigin er heilt samanlagdur, kann hann eisini brúkast sum krani. Tá lyftur hann 3 tons, og kann m.a. verða brúktur til at flyta bilar av vegnum eftir ferðsluvanlukkur, ella at halda og lyfta við, tá fólk skulu klippast frí úr skaddum bilum.
Fyri at Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið skal kunna brúka bilin til fulnar, hava tveir mans verið í Vestmanna og hildið skeið í nýtslu av bilinum og allari útgerðini, sum fylgdi við. Menninir vóru Niels Christensen, tilbúgvingarleiðari í Ikast-Brande kommunu, og Klaus V. Hebsgaard Falck, støðleiðari í Ikast-Brande kommunu.
Tað blivu gjørdir 200 slíkir bilar  til brandstøðirnar í Týsklandi. Krøvini frá teimum vóru, at bilarnir skuldu vera lágir, smalir og stutt skuldi vera ímillum hjólini fyri at teir skuldu hava lítlan vendiradius - alt hetta fyri at bilarnir skuldu sleppa lættliga inn og út úr teirra gomlu brandstøðum, og teir skuldu eisini kunna koyra undir lágar brúgvar og vera lættir at koyra runt við í tætt bygdum øki.
Tann, sum hevur hjálpt okkum at fáa alt hetta í lag, er okkara góði vinur í Danmark, Petur Seloy.