BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vestmanna Søga

08.12.2011

Stórverkið Vestmanna Søga er nú komin. Talan er um eitt sera snøgt og væl frágingið verk, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað. Verkið er útgivið í tveimum bindum, hvørt uml. 500 blaðsíður.

Til ber at keypa Vestmanna søgu á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð, má - frí 9.00 - 15.00.
Bæði bindini kosta 500 kr. (275 kr. pr. bind).

Til ber eisini at flyta upphæddina á kontu hjá Vestmanna Kommunu, og gera avtalu um útbering uttanfyri Vestmanna. Ringið á Kommunuskrivstovuna á tlf. 770 100 og hoyrið nærri.

Harumframt fáast bøkurnar eisini keyps í bókabúðunum kring landið fyri 535 kr. fyri bæði bindini (298 kr. pr. bind).