BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmanna veksur

16.10.2013

Eftir nøkur ár við fallandi fólkatali er endiliga komin vend í. Tann 31 desember 2012 var talið á íbúgvum í Vestmanna komið niður á 1.166, men nú fólkatalið er uppgjørt pr. 31. juli 2013 er tað komið upp á 1187. Tvs. at fólkatalið er voksið við 21 fólkum fyrstu 7 mánaðirnar í 2013.

Vestmanna Kommuna frøðist um, at negativa gongdin er vend, og fólk aftur flyta til okkara Vestmanna. Kommunan hevur roynt at seta trivnaðin í bygdini í hásætið við at skipa fyri trivnaðarátøkum, sjálvt um ikki hevur verið nógv at rátt við peningaliga. Tiltøkini hava verið væl vitjað, og ætlanin er at halda áfram við hesum.

Í uppskotinum til fíggjarætlan fyri 2014 er eisini sett av ein upphædd til at økja enn meira um trivnaðin í bygdini, ið vónandi kemur at viðføra enn størri fólkavøkstur í Vestmanna.