BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Vestmanna-dagar 2013

06.06.2013

Í døgunum 20. – 22. juni 2013 verður á fyrsta sinni skipað fyri Vestmanna-døgum. Talan er um eitt trivnaðar- og mentanartiltak, sum skal vera við til at styrkja um samanhaldið og trivnaðin hjá vestmenningum í øllum aldri. Hugni og góðar upplivingar verða í fremstu røð.

Vit hava sett eina fjølbroytta skrá saman, sum vónandi hevur nakað at bjóða øllum. Nevnast kann málningaframsýning, fyrilestur, myndafrásagnir, tónleikaframførðslur. Vit kundu havt fleiri onnur tiltøk eisini, men tey vera at bíða til næstu Vestmanna-dagar.
Skráin sæst her.

Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, men vit hava møtt vælvild frá øllum, sum vit hava heitt á um hjálp. Takk fyri tað! Uttan tykkara hjalp og beinasemi hevði tiltakið ikki verið til veruleika.

Tað skal vera mín vón, at allir vestmenningar og gestir annars taka væl undir við Vestmanna-døgunum 2013, og at teir gerast til eitt afturvendandi tiltak, ið okkara íbúgvarar gerast glaðir fyri.

Pauli T. Petersen
borgarstjóri