BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmanna-dagar 2014: Altjóða buffet

03.09.2014

Pastelitos de pina, nachos con guacamole i frijoles, ANZAC-biscuits, sarme, pepper kenguru steak. Soleiðis eita nakrir av teimum mongu forkunnugu rættunum, tú hevur høvi at royna í altjóða buffet'ini, sum verður í ítróttarhøllini fríggjakvøldið 12. september kl. 19.

Á matarlepanum hetta kvøldið eru rættir úr Rumenia, Týsklandi, Japan, Serbia, Australia, Honduras og Kirgistan. Talan er um alt frá munnbitum til døgurðarættir, suppu og køku.

Vestmanna Kommuna er sera glað fyri positivu móttøkuna, sum Manuela, Ioana, Daniella, Annette, Kazuomi, Brancka, Dejan, Natascha, Jacqueline, Daysi og Nurlan vístu, tá ið vit luftaðu hugskotinum fyri teimum. Við kønari vegleiðing frá Gunndur Fossdal eru tey farin undir fyrireikingarnar og vóna at síggja nógv fólk í høllini fríggjakvøldið.

Neyðugt er við tilmelding á Kommunuskrivstovuni í seinasta lagi mikudagin 10. september. Kostnaðurin er 100 kr. fyri vaksin og ung frá 8. flokki og uppeftir. Børn til og við 7. flokk gjalda 50 kr.

Byrjað verður stundisliga kl. 19. Dyrnar við Miðhøllina lata upp kl. 18.