BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vestmanna-dagar 2014 - Fótbóltskapping fyri vaksin

10.09.2014
 

Leygardagin 13. september kl. 14.00 verður fótbóltskapping fyri vaksin. Kappingin verður á sparkivøllinum í Flatabø.

Gerið tykkara lið og meldið til í seinasta lagi hósdagin 11. september kl. 21. Tit kunna melda til við at skriva tpost til john@vestmanna.fo. Skrivið nøvn á leikarum og navn á liðnum.

Fríggjadagin seinnapartinverður dystarskrá løgd á vestmanna.fo.

Vinnandi liðini fáa heiðursmerkir.

Liðini hava 5 leikarar í part. 4 leikarar eru á vøllinum ísenn.
Hvør dystur verður 15 min.

Kapping og reglur:
Málmaður kann ikki nýta hendurnar - undantikin er yngsti bólkurin.
Hin parturin eigur bóltin, tá ið bólturin fer út um grótkantin niðaneftir og annars út um girðingina.
Øll liðini í hvørjum aldursbólki spæla fyrst ein dyst móti hvørjum øðrum. Vunnin dystur gevur 3 stig, javnleikur gevur 1 stig, taptur dystur gevur onki stig. Liðið við flest stigum vinnur. Stendur á jøvnum verður golden-goal dystur millum hesi liðini í mesta lagi 5 min. Síðan brotsparkskapping.