BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
KORT
VEÐRIÐ
Vestmanna-dagar 2014 – ALSO á ferð
28.08.2014
Hóskvøldið 11. september kl. 20.00 letur Fiskivinnuskúlin dyrnar upp fyri vælumtóktu Also-sendingini í kringvarpinum. Hetta kvøldið kanst tú hoyra Berg Debes Joensen, Duritu Nolsøe og Sofus Hansen svara spurningum frá lurtarum í Vestmanna. Vertur er Solby Christiansdóttir.
Vilt tú hava tey at svara tínum spurningi, skriva og send so tín spurning til vestmanna@vestmanna.fo ella til also@kvf.fo.
Sendingin verður tikin upp við "live" áhoyrarum og send í útvarpinum leygardagin 13. september. (GG. sendingin verður útvarpað í ítróttarhøllini leygardagin kl. 13.)
Bílegg ókeypis atgongumerki á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 100. Men skunda tær – einans 100 atgongumerki verða latin.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)