BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Vestmanna-dagar 2015 - brellbitar

16.07.2015






Í døgunum 14. – 19. september verður á triðja sinni skipað fyri Vestmanna-døgum.

Vestmenningar bæði herbúgvandi og útisetar hava tikið væl undir við døgunum undanfarin ár, og vit kunnu tí ásanna, at hetta trivnaðar- og mentanartiltakið í roynd og veru er við til at styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri.

Fyrireikingarnar til dagarnar eru komnar væl ávegis. Skráin verður fjølbroytt og hevur nakað at bjóða fólki í øllum aldri. 

Í ár verður skipað fyri tveimum framsýningum, sum ikki hava verið á Vestmanna-døgunum áður. Onnur er ein framsýning av listarverkum, sum vestmenningar eiga og vilja vísa okkum øðrum. Hin er ein fotoframsýning við myndum, sum vestmenningar eiga. Ætlanin er, at hendan framsýningin skal vera afturvendandi, og at býlingarnir á skift vísa sínar privatu fotomyndir fram.

Gjøgnum alla vikuna verða Opið hús tiltøk, eins og kaffistova og tónleikacafé eisini vera. Tveir kjakfundir verða á skránni hesaferð, har ið evnini verða fiski- og alivinna, og ferðavinna.

Skúlabørnini saman við foreldrunum fara at verða boðin til eitt spennandi tiltak í Vestmanna Skúla við yvirskriftini “Gott at búgva í Vestmanna”.

Fríggjakvøldið er ætlanin at hava eitt hugnaligt laksakvøld við handilin hjá John. Aftaná spæla Jóan Magnus og Pauli í Vektarbúðini.

Vælumtøkti felags morgunmaturin verður leygarmorgunin og nógv stuttligt og hugnaligt verður á skránni gjøgnum allan dagin, t.d. kappingar av ymiskum slagi, lat-og-fá marknaðurin, Karaoke-kappingar, spælipláss, marknaðardagur og fótbóltskappingar og framsýning av gomlum myndum.

Vestmanna-dagarnar 2015 enda við einum stórum tiltaki leygarkvøldið á vøllinum oman fyri skúlan, har ið tjald verður sett upp. Kvøldið byrjar kl. 19 við grillkvøldi, og Signar í Homrum kemur at spæla og syngja. Frá kl. 23 verður stórur dansur við ongum minni enn Páll Finnur Páll.

Vónandi hava hesir brellbitar vakt tykkara áhuga fyri døgunum. Hava tit okkurt at viðmerkja ella vilja bjóða tykkum til at hjálpa, frætta vit fegin frá tykkum :-)