BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmannadagar 2015: Gott at búgva í Vestmanna

16.09.2015

 

Mikukvøldið 16. september kl. 17.00 – 20.00 er eitt spennandi tiltak í Vestmanna Skúla, sum Niclas Heri Jákupsson skipar fyri.

Tiltakið er ætlað skúlabørnum og foreldrum teirra og yvirskriftin til tiltakið er: Hvat er gott við at búgva í Vestmanna Kommunu?

Hetta kvøldið sleppa familjurnar sjálvar (serliga børnini) at siga, hvat ið er gott við at búgva í Vestmanna, og eisini sleppa tey (børnini) til orðanna um, hvat ið tey halda mangla í bygdini.

Innihaldið í tiltakinum er rættuliga ítøkiligt.

Júst hvussu kvøldið er skipað, fara vit ikki at avdúka, men vit kunnu lova, at tað verður bæði læruríkt og stuttligt. Tað involverar hugflog, tankar, blýant, papír, penslar og máling 

Kvøldið endar við, at øll verða boðin til suppu.