BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Vestmannadagar 2015: KLIKK-kapping

19.08.2015


 

KLIKK-kappimg á Vestmannadøgunum 2015 

Í samband við vestmannadagarnar, sum í ár vera í døgunum 14. til 19. september, verður aftur í ár skipað fyri KLIKK-myndakapping.

Orsøkin til, at tað longu verður boðað frá kappingini, er, at stundir skulu vera hjá fólki at fáa myndina í “kassan” áðrenn vestmannadagarnar. 

Reglurnar eru einfaldar: myndin skal vera frá 2015, myndin skal vera tikin í ella kring Vestmanna, og vestmenningar, sum eru búsettir her í bygdini, skulu hava tikið myndina. Fólk kunnu vera á myndini, men andlitið skal ikki  vera sjónligt. Myndin skal ikki vera broytt í teldu e.l. 

Myndin skal sendast til vestmanna@vestmanna.fo – vimerkið “KLIKK” í teldupostinum. Freistin fyri at senda myndir inn til kappingina er mánadagin 14. september 2015, kl. 1200. 

Myndirnar verða sýndar fram í miðhøllini í skúlanum fríggjadagin og leygardagin á vestmanna-døgunum, og vinnarin verður kunngjørdur  kl. 1700 leygardagin á vestmannadøgunum.

Vinningurin verður kunngjørdur seinni.