BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Vestmannadagar 2015: Marknaðardagur

11.09.2015

Leygardagin 19. september kl. 13.00 – 17.00 verður skipað fyri Marknaðardegi í Ítróttarhøllini.

Tað, sum tú ikki longur hevur brúk fyri, kann vera júst tað, onkur annar leitar eftir. So hevur tú búnýti, leikur, klæðir, innbúgv ella okkurt heilt annað, ið tú ynskir at selja, hevur tú nú møguleikan.

Borð verða sett upp í Ítróttarhøllini, har ið tú kanst selja tínar lutir.
Til ber at fáa eitt borð frá kl. 12. Tú setir upp, selur og ruddar av sjálv/-ur. Neyðugt er við tilmelding við at ringja á tlf. 770 100. Tað er ókeypis at luttaka.

Spurningar kunnu setast til Maud Poulsen, tlf. 770 102.