BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Vestmannadagar 2015: Mín list

26.08.2015

 

Vit øll prýða okkara heim við list. Ymiskt er, hvat ið okkum dámar, onkur fer eftir tí sum er frammi í tíðini, ímeðan ein annar setir klassikaran í hásætið. Onkur eigur eitt øðrvísi listaverk, sum hevur stóran persónligan týdning fyri tey, uttan tó at verða gjørt av einum professionellum listafólki.

Hvat listaverk eigur tú, sum tú ert serliga glað/-ur fyri? Kunnu vit sleppa at síggja tað?

 

Á Vestmanna-døgunum hesaferð ætla vit at skipað fyri eini listaframsýning í gomlu Sýslumanshúsunum, har ið til ber at síggja, hvørji listaverk eru í heimunum runt um í Vestmanna. Vit ynskja at sleppa at lána títt listaverk hesa vikuna og sýna tað fram. Øll sløg av listaverkum eru spennandi, eitt nú smærri standmyndir, málningar, steinprent ella tekningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við í framsýningini og eigarin kann vera dulnevndur. Neyðugt er við tilmelding; áhugaði kunnu seta seg í samband við Maluna Stórá á tlf. 770116, sum greiðir nærri frá.