Vestmannadagar 2015: Vel Ársins borgara

27.08.2015

Vestmanna Bygdarráð hevur samtykt eina ferð um árið at heiðra einum borgara, sum á einhvønn hátt hevur gjørt okkurt munagott bygdini at frama. Hetta kann vera við einstakari serligari hending ella við at hava arbeitt fyri einari søk til frama fyri Vestmanna gjøgnum longri tíð.

Fyrsti heiðurin verður latin leygarmorgunin 19. september 2015, tá ið Vestmanna Kommuna bjóðar øllum til felags morgunmat í ítróttarhøllini í sambandi við, at Vestmannadagarnir verða hildnir.

Átakið verður skipað soleiðis, at borgararnir sjálvir lata inn uppskot til bygdarráðið at velja ímillum. Freistin at lata inn uppskot er mánadagin 14. september 2015 kl. 12.

Vestmanna Bygdarráð vónar, at tikið verður væl ímóti nýggjast átakinum.

Reglurnar fyri átakinum “Ársins borgari” eru hesar:

1. Fólk í uppskoti
Bert fólk búsitandi í Vestmanna Kommunu kunnu fáa heiðurin sum Ársins borgari.
Sami persónur kann fáa heiðurin fleiri ferðir, men kann í mesta lagi fáa heiðurin 5. hvørt ár.
Sitandi bygdarráðslimir kunnu ikki vera í uppskoti.

2. Treytir og grundgevingar
Øll fólk búsitandi í Vestmanna Kommunu kunnu lata inn uppskot til heiðurin.
Skrivlig uppskot við grundgevingum um, hví ávísur persónur veljast skal til heiðurin, skuldu latast Vestmanna Kommunu eftir nærri ásettari freist (í 2015 er freistin 14. september kl. 12).

3. Dómsnevnd
Ein bólkur av trimum bygdarráðslimum viðger innkomnu uppskotini, og ger tilmæli til bygdarráðið. Dómsnevndin situr alt valskeiðið.

4. Almannakunngerð
Borgarstjórin kunnger vinnaran og handar gávur á almennum tiltaki í bygdini. Í ár verður tað leygarmorgunin 19. september 2015, tá ið Vestmanna Kommuna bjóðar øllum til felags morgunmat í ítróttarhøllini í sambandi við, at Vestmannadagarnir verða hildnir.