BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vestmanna-dagar 2015

05.05.2015






Eins og í fjør verða Vestmanna-dagarnir 2015 hildnir í september mánaða. Í ár verða Vestmanna-dagarnir í døgunum 14. – 19. september 2015.

Endamálið við døgunum er at skipa fyri einum trivnaðar- og mentanarátaki, sum kann styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri. Undirtøkan á Vestmanna-døgunum higartil hevur verið sera góð, og fólk siga seg vera glað fyri dagarnar, har ið tey kunnu fara til tiltøk av alskins slag, og hitta fólk, sum tey annars ikki síggja so nógv til dagligt.

Fyrireikingarnar til Vestmanna-dagarnar 2015 eru so smátt byrjaðar. Fleiri av tiltøkunum, sum hava verið undanfarin ár, verða endurtikin, m.a. opið hús á teimum kommunalu arbeiðsplássunum, tónleikacafé’ir í Vektarbúðini, framsýningar og ikki at gloyma tann hugnaliga morgunmatin í ítróttarhøllini leygarmorgunin. Harumframt verða fleiri onnur tiltøk á skránni, sum ikki hava verið við fyrr, og hesuferð er ætlanin at fáa vestmenningar at hava ein enn meira aktivan lut í døgunum enn higartil.

Til at fyriskipa hesar dagarnar krevjast nógvar hendur, og vit eru sera takksom fyri alla hjálp, ið vit hava fingið til undanfarnu Vestmanna-dagar. Um tú hevur hug at hjálpa til við onkrum í sambandi við fyrireikingarnar ella á sjálvum Vestmanna-døgunum, frætta vit fegin frá tykkum. 

Vestmanna Kommuna hevur fingið fleiri góð hugskot til tiltøk, sum kunnu vera á Vestmanna-døgunum, so um tú eisini situr inni við onkrum góðum hugskoti, vilja vit fegin hoyra frá tær.