BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Vestmannadagar 2016 - Fótbóltskapping fyri børn

30.08.2016

Aftur í ár verður skipað fyri fótbóltskapping fyri bæði børn og vaksin. Kappingin verður á sparkivøllinum í á Flatabø.

Hesuferð verða innleiðandi umførini hjá barna- og ungdómsliðunum spæl týsdagin 6. september, kl. 18.00.
Finaluumførini verða spæld leygardagin 10. september kl. 12.00. Vinnandi liðini fáa heiðursmerkir.

Gerið tykkara lið og meldið til í seinasta lagi leygardagin 3. september á midnátt. Tit kunna melda til við at skriva tpost til john@vestmanna.fo. Skrivið nøvn á leikarum og navn á liðnum.

Mánadagin fyrrapartin verður dystarskrá løgd á vestmanna.fo.

Vinnandi liðini fáa heiðursmerkir.

Aldursbólkar:
1. - 3. flokkur
4. - 6. flokkur
7. - 10. flokkur

Liðini hava 5 leikarar í part. 4 leikarar eru á vøllinum í senn.
Hvør dystur verður 15 min.

Kapping og reglur:
Málmaður kann ikki nýta hendurnar - undantikin er yngsti bólkurin.
Hin parturin eigur bóltin, tá ið bólturin fer út um girðingina.
Øll liðini í hvørjum aldursbólki spæla fyrst ein dyst móti hvørjum øðrum. Vunnin dystur gevur 3 stig, javnleikur gevur 1 stig, taptur dystur gevur onki stig. Liðið við flest stigum vinnur. Stendur á jøvnum verður golden-goal dystur millum hesi liðini í mesta lagi 5 min. Síðan brotsparkskapping.