BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Vestmannadagar 2016 – Framløgan av nýggju útstykkingini flutt til mikukvøldið

06.09.2016







Gevið gætur!

Framløgan av nýggju útstykkingini í Vestri og kunning um týning av  skøru og tistli er framskundað til mikukvøldið 7. september kl. 20, fundurin verður á Fiskivinnuskúlanum.

Vestmanna Kommuna bjóðar til kunnandi fund um eina komandi útstykking uppi í Vestri. Fyrireikingararbeiðið er komið somikið áleiðis, at nú er klárt at vísa bygdarfólkinum, hvussu útstykkingin verður skipað og ætlandi kemur at síggja út.

Á fundinum verður eisini kunning um týdningin av at týna skøruna og tistilin, sum hava gjørt nógv um seg í bygdini, og um hvussu týningin fer at vera skipað í Vestmanna.

Dagførd skrá fyri Vestmannadagarnar sæst her.