BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Vestmannadagar 2016

14.03.2016


Í ár verða Vestmannadagarnir 2016 hildnir í døgunum 20. - 25. juni 2016.

Endamálið við døgunum er at skipa fyri einum trivnaðar- og mentanarátaki, sum kann styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri. Vit eru ovfarin yvir, hvussu góð undirtøkan hevur verið fyri Vestmannadøgunum higartil. Fólk siga seg vera glað fyri dagarnar, har ið tey kunnu fara til tiltøk av alskins slag, og hitta fólk, sum tey annars ikki síggja so nógv dagliga.

Ætlanin er at skipa fyri fleiri nýggjum tiltøkum hesuferð; nøkur eru við at verða fyrireikað, men okkum tørvar eisini tykkara hugskot til, hvat ið tit halda kundi verið áhugavert.

Ætlanin er at skipa fyri nøkrum gongutúrum, eins og fleiri tónleikatiltøk eisini vera á skránni. Hugnaligi morgunmaturin leygarmorgunin, har ið eini 800 fólk luttóku á seinast, verður sjálvandi aftur hesuferð, eins og fleiri tiltøk vera í høllini aftaná. Endabresturin verður leygarkvøldið, har ið skipað verður fyri góðum dansi.

Til at fyriskipa hesar dagarnar krevjast nógvar hendur, og vit eru sera takksom fyri alla hjálp, ið vit hava fingið til undanfarnu Vestmannadagar. Um tú hevur hug at hjálpa til við onkrum í sambandi við fyrireikingarnar ella á sjálvum Vestmannadøgunum, frætta vit fegin frá tær.