BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.09.2019

LÝSINGAR

-



Vestmannadagar 2019 - skrá týs. 10. sept.

10.09.2019

 

 

Kl. 14.30 – 16.30 Opið hús í Látipípuni og Gjáarlon
Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja Látipípuna og Gjáarlon og at heilsa upp á børn og vaksin.
Stovnarnir bjóða gestunum ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Kl. 18.00 - 20.00 Listaframsýning                                                  – á Bryggjuni
Gyðja H. Didriksen, Martin Joensen, Laila Nikolajsen, Heidi Petersen, Ann-Mari Egholm, Ann-Mari Borgarsdóttir Mouritsen, Herit Magnussenog Herit Joensen sýna fram egin listaverk. Flestu listaverkini eru til sølu.

Kl. 19.00 Aftankvirra                                                            – Vestmanna kirkja
Fólk fáa høvi at njóta friðin í hugnaligu kirkjuni. Maria Sommers við Skipá, prestur, luttekur. Vestmanna Kirkjukór og Reimund og Annetta framføra.
Aftaná eru øll vælkomin í kirkjukjallaran til ein drekkamunn. 

Kl. 19.00 – 23.00 Kaffistova og heimavirkað vøra       – Íbúðin í Johnsa handli
Í íbúðini er hugnalig kaffistova, har høvi er at keypa sær te, kaffi og heimabakaða køku.
Í Krambúðini er nógv dygdargóð heimavirkað vøra til sølu. 

Broyting í skránni:

Kl. 20.00 Fyrilestur um virðiligt samskifti                   – í Vektarbúðini
Niclas Heri Jákupsson hevur fyrilestur um virðiligt samskifti; evnini at duga at lurta, duga at spyrja og at vísa áhuga.

Kl. 20.00 Kjakfundur – Umhvørvið og húsarhaldið                   – í Vektarbúðini
Kjakfundurin er avlýstur vegna forfall

Kl. 20.00 Sjavskapping                                                                  – á Bryggjuni
Sjavskapping á Bryggjuni.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding ella at skipa lið áðrenn – tað verður gjørt á Bryggjuni. Pauli og Bergur leggja lag á.
Vinnandi liðið vinnur tann væl umtókta jólatúrin við Norrønu fyri 4 persónar. 

Kl. 21.30 Tónleikacafé við Martin                                              – í Vektarbúðini
Hugnalig tónleikacafé verður í Vektarbúðini, har Martin Joensen framførir.
Í íbúðini er høvi at keypa sær te, kaffi og heimabakaða køku. Eisini er Krambúðin opin.