BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.09.2019

LÝSINGAR

-



Vestmannadagar 2019 - skrá ley. 14. sept.

14.09.2019

 

Gevið gøtur:
Vegna veður eru fleiri broytingar í skránni fyri leygardagin 14. september. Sí niðanfyri.

 

Kl. 9.30 - 11.00 Morgunmatur í ítróttarhøllini
Vestmanna Kommuna bjóðar øllum til hugnaligan morgunmat í ítróttarhøllini, har ársins borgari eisini verður kosin. 

Kl. 11.00 - 13.00 Bókasavnið er opið
Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið á bókasavninum. 

AVLÝST: Kl. 11.00 Uppboðssøla av skoraveðrum
Vikuskiftið áðrenn Vestmannadagarnar vóru menn í Góðmansskor eftir hornaseyði. Í hesum sambandi verða góðir skoraveðrar seldir á uppboðsølu á økinum við inngongdina til skúlan á Kongsteigum (uttan fyri brúnna).
Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til útgerð at brúka í skorini. 

FLUTT Í MIÐHØLLINA: Kl. 11.30 Bátabrúgvar í Vestmanna
Vegna veður er gongutúrurin avlýstur.
Tiltakið er flutt inn í Miðhøllina, har ið Jákup í Gerðinum vísir myndir og greiðir frá um brúgvarnar.

Í Vestmanna vóru nógvar brúgvar gjøgnum fjøruna og høvdu tær allar sítt egna navn og søgu.
Á gongutúrinum, sum verður frá Suðri-Hansa brúgv og inn til Ettesa brúgv, greiðir Jákup í Gerðinum frá um brúgvarnar og handilshúsini á leiðini. Myndir verða vístar. 

Kl. 12.00 Skjótikapping                                        – úti á Berg
Kapping í leirdúgvuskjóting. Skotið verður í trimum bólkum: óvandir skjúttar og børn í skúlaaldri. Aftaná er grilling á skránni. Tilmelding fer fram á tlf. 255460 ella úti á Berg eitt av kvøldunum í vikuni. Kostnaður fyri kappingina og grill er 50 kr.
Tilmeldingarfreistin er hóskvøldið 12. sept. kl 20:00.

Kl. 12.00 Gongutúrur í viðarlundini
Skipað verður fyri gongutúri gjøgnum viðarlundina. Finnbogi Joensen og hinir limirnir í Viðarlundanevndini vera við á túrinum, og greiða frá.
Túrurin endar í Viðarlundahúsinum, har ið boðið verður til drekkamunn. 

Kl. 13.00 – 16.00 Cáfé                                    – í ítróttarhøllini
Hugnaligur cafékrókur er í ítróttarhøllini, sum hondbóltsbreytin í Vestmanna Skúla skipar fyri. Til keyps fæst kaffi, te, saft, køka, vaflur, góðgæti, tvíflís v.m. 

Kl. 13.00 – 16.00  Marknaðardagur             – í ítróttarhøllini
Fólk selja brúktar leikur, klæðir, búnýti, innbúgv ella okkurt heilt annað. 

Kl. 13.00 Gongutúrur niðan í gjónna
Skipað verður fyri gongutúri niðan í gjónna í Gjógvará. Ingi Olsen er ferðaleiðari, og tey luttakandi fáa hjálm. Møtt verður á brúnni við gjáarmunnan.
Túrurin er ókeypis, og pláss er fyri 15 fólkum. Tilmelding á tlf. 770 100. 

Kl. 14.00 Bassi vitjar                                      - í ítróttarhøllini
Bassi kemur at vitja og hugna sær saman við børnunum. 

Tiltakið í ítróttarhøllini endar kl. 16. 

Kl. 16.00 Tiltak á Miðnámi í Vestmanna
Í sambandi við at 2. flokkur á Miðnámi fer námsferð til Edinburg  skipar flokkurin fyri tiltaki á Miðnámsskúlanum. 

Á skránni:  kl. 16:00 Bilvask og kaffisølan byrjar
kl. 16:00 Barnabio – Den gode dinosaur
kl. 16:00 Tombola
kl. 18:00 Barnabio – Dumbo

Prísir:         Barnabio: 50,- kr. pr. film
                 Bilvask: 250,- kr. uttan, 150,- kr. innan og 350,- kr. fyri bæði
                 Kaffisøla: Kaffi 10 kr., vaflur 15 kr., køka 20 kr. Tilboð kaffi + vafla 20 kr.

  

Kl. 20.00 – 22.00 Grillaður fiskur og hugni á Bryggjuni
Allir vestmenningar eru vælkomnir at royna grillaðan laks, tosk og makrel frá ávikavist Hiddenfjord, Dánjal í Skálum og Vestmanna Fiskavirki.
Grillað verður við Bakkaveg, og fólk eru vælkomin inn á Bryggjuna at njóta matin.
Tiltakið er ókeypis. Í barrini verður høvi at keypa sær okkurt gott til góman.
Avmarkað nøgd av fiski. 

Tónleikur og dansur á Bryggjuni

Kl. 20.30 – 21.30 Eitt-við-tapetið v/Elin á Rógvu
Kl. 22.00 – 00.00 Jóan Magnus Danielsen
Kl. 00.00 – 04.00 Brim spælir til dans