BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Vestmanna-dagar frá 8. - 13. september 2014

18.07.2014

Vikuna 8. – 13. september 2014 verður á øðrum sinni skipað fyri Vestmanna-døgum. Tiltakið var fyrstu ferð í fjørð, og var tað so mikið væl eydnað, at avgjørt var beinanvegin at endurtaka dagarnar.

Talan er um eitt trivnaðar- og mentanartiltak, sum skal vera við til at styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri. Men á skránni hesuferð eru eisini kjakfundir, har ið vestmenningar og onnur áhugaði kunnu geva sína hugsan til kennar um ymisk lokal evni.

Eins og í fjør er skráin fjølbroytt, og hon hevur nakað at bjóða fólki í øllum aldri. Úr skránni kann nevnast spennandi myndakapping (les meira um hana á  øðrum tíðindastubba á vestmanna.fo), tónleikarframførslur, kjak um vinnumøguleikar í Vestmanna, málningaframsýning, spennandi altjóða buffet og ikki at gloyma felags morgunmatin, sum verður leygarmorgunin, og dansin í høllini leygarkvøldið.

Fyrireikingarnar eru framvegis í gongd, og nokk er at takast við. Um tað er onkur, sum hevur hug at hjálpa til við onkrum, frætta vit fegin frá tykkum.

Pauli T. Petersen
borgarstjóri